Innanlands

Arbeiða við at avlýsa og broyta ferðir

Á 62°N eru tey nógv ávirkað av korona, og hava verið noydd at gera brúk av hjálparpakkanum. Nú hjálpa tey kundum at avlýsa og broyta sínar ferðir

Bergur Thomsen, stjóri í 62°N

Bergur Thomsen, stjóri í 62°N

2020-03-23 20:15 Author image
Oda W. Andreasen
placeholder

Virksemið hjá 62°N fevnir breitt. Fyritøkan hevur stóra incoming ferðavinnu og herundir eigur og rekur hon 62°N Hotel og kafé’ina Karet, leigar út bilar, summarhús og veitir harumframt  tænastur innan vinnuferðir kring allan knøttin. Eisini selja tey ferðir til føroyingar, sum vilja út í heim at ferðast, bæði summar og vetur.

Og síðani koronasmittan kom til Føroya, er arbeiðsdagurin hjá teimum á 62°N nógv broyttur.

Vinnukundar heim
- Tað gekk væl og smidliga at fáa vinnukundarnar heim, sjómenn úr fjarskotnum londum var ein avbjóðing, men alt gekk væl og tey flestu eru komin heim nú, sigur Bergur Thomsen, stjóri á 62°N.

Tað, sum fyllir nú, eru kundar sum vilja broyta ella avlýsa bílegginar av bilum og pakkaferðir í vár og summar.

- Í síðstu viku vóru vit tíverri noydd at taka av hjálparpakkanum og hava verið noydd at fyribils koyra 25-30 fólk í ALS skipanina. Á hásumri eru vit millum 40-45 fólk og í løtuni eru við umleið 10 fólk, greiðir Bergur Thomsen frá.

Hann sigur, at øll starvsfólkini skilja støðuna, og spurningurin er bara hvussu longi hetta fer at halda á.

- Tey eru ikki uppsøgd og  vvóna og vænta sjálvandi, at hetta fer at fáa ein enda og vit fáa ein vanligan gerandisdag aftur og tey koma aftur.

- Vit hugsa, um summarið 2020 er farið, men tað er ringt at siga. Vit arbeiða langt fram í tíðina og eru ikki bara bundin at reglum frá føroysku mynduleikunum, vit eru tengd at, nær allur heimurin letur upp aftur, tí tað er har gestirnir koma frá, sigur hann.

Ferðir á Páskum ivasamar
62°N fær um dagarnarn nógvar fyrispurningar um at møguliga avlýsa og broyta páskaferðir til og úr Føroyum.

- Vit arbeiða við nógvum undirveitarum, so vit eru noydd í hvørjum einstøkum føri at kanna treytirnar. Flogfeløg eru tíbetur meira lagalig at broyta ferðina, so vit royna at fáa okkara gestir at broyta ferðina, heldur enn at avlýsa ferðina, sigur Bergur Thomsen.

62°N hevur longu tilboð at ferðast í Føroyum, og nú vóna tey, at føroyingar fara at gera sær dalt av hesum.

- Á okkara heimasíðu hava vit longu fleiri ferðatilboð í Føroyum, sum vit vóna at føroyingar fara at brúka í summar. Prísurin verður bíligari, tí føroyingar spara ferðina til Føroyar. Vit umhugsa eisini at gera nøkur góð sertilboð til føroyska marknaðin og marknarføra hesi í Føroyum í næstum.

- Nú mugu vit fyrst síggja, hvussu gongdin verður og í løtuni eru vit ikki so nógv starvsfólk, so vit hava nóg mikið at gera við øllum teimum broytingunum sum eru, sigur Bergur Thomsen, stjóri á 62°N at enda.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder