placeholder
Innanlands

Arbeiða við koppsetingum móti corona

Sjúkan, sum nú hevur fingið navnið Covid-19, tykist verða komin í fasta legu

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2020-02-13 09:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Heimsheilsustovnurin WHO arbeiðir við fýra møguligum koppsetingum móti coronavirusi, og ætlanin er at royna eina ella tvær á menniskju.

Og hetta fer at henda innan fyri tríggjar til fýra mánaðir, sigur Soumya Swaminathan, granskari hjá WHO.

Sostatt kann tað taka hálvtannað ár, áðrenn ein koppseting verður tøk, segði hon á tíðindafundi.

Samstundis verða ymiskur verandi heilivágir royndir fyri at kanna eftir, um hann kann ávirka sjúkuna, sum nú hevur fingið navnið Covid-19.

Talið á smittaðum sær nú út til at vera komið í trygga legu, sigur WHO. Men felagsskapurin ávarar eisini um, at enn er ov tíðliga at staðfesta um smittan er komin upp á sítt hægsta, og nær hon fer at enda.

Eisini ovasti stjórin í WHO, Tedros Adhanom Ghebreyesus, ávarar móti at yvirtulka seinastu tølini, sum vísa at vøksturin av nýggjum smittanum tykist verða støðgaður.

Talið á deyðum fólki á kinesiska meginlandinum vaks seinasta samdøgrið við 97 fólkum. Sostatt er almenna talið av deyðum komið upp á 1.113, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder