Ósemja er um, hvørt verkfallið, sum skal byrja á midnátt mánakvøldið, eisini rakar landið og kommunurnar.
Sambært lønarstjóranum hjá Fíggjarmálaráðnum, og Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, rakar verkfallið ikki sáttmálaøkið hjá landi og kommunum, men tey fýra arbeiðarafeløgini – Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag - eru ikki samd í hesum.
Arbeiðssteðgurin fevnur um allar limir og øll arbeiðsøki, sum feløgini umboða, siga feløgini.
– Tey seinastu 40 árini hava 4 verkføll verið hjá arbeiðarafeløgunum. Hetta var í 1985, 1987, 2001 og 2003. Hesi verkføll fevndu um øll arbeiðsøki hjá privatum; landi og kommunum. Sami leistur verður brúktur hesaferð, siga tey.
Tað var um middagsleitið í gjár, at arbeiðarafeløgini boðaðu frá, at tey fara í verkfall frá á midnátt mánakvøldið.
Í yvirlýsing frá feløgunum verður sagt, at verkfallið fevnur um allar limir og øll arbeiðsøki, sum feløgini umboða. M.a. arbeiðsfólk á fiska-, uppisjóvar- og alivirkjum, byggivinnu, vaskifólk, bussførarar, lossarar, vaktarfólk, jørð- og betongarbeiðarar, reinhaldið og ruskinnsavnan, rottangabilaførarar, lastbila-, trailara- og tangabilaførarar, veg-, havna- og tunnilsarbeiði, heilsølu- og lagurarbeiðarar, hotell- og matstovuvinnuna, arbeiðsfólk hjá landi og kommunum, vaskfólk hjá landi og kommunum uttanfyri havnina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald