Innanlands

Arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnir samráðast framvegis

So leingi sum tann støðan er, eru sáttmálarnir, ið annars gingu út 1. mai, galdandi. Hetta skrivar Kringvarpið.

2022-05-10 16:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroya arbeiðsgevarafelag hevur nógvar sáttmálar, ið skulu fáast uppá pláss um ikki so langa tíð, og teir fyrstu eru teir við tey fimm arbeiðarafeløgini - tey í Tórshavn og í Klaksvík.

Hesir sáttmálar vóru upprunaliga galdandi til 1. mai, men eftirsum tað ikki er komið á mál við samráðingunum, eru sáttmálirnir so hvørt longdir.

Soleiðis varð gjørt fyri viku síðani, og hetta verður leisturin, so leingi samráðingar eru.

Hetta veit Kringvarpið í dag.

Partarnir eru í løtuni við samráðingarborðið á Hotel Føroyum. Tað er ikki alment kunngjørt, júst hvørjir størstu knútarnir eru.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder