Arbeiðið við at byggja nýggja frítíðarskúlan á Brekkukletti á Toftum gongur eftir ætlan. Tað skrivar heimasíðan hjá Nes kommmunu.
Í góðveðrinum mikudagin vórðu dekkelementini løgd á. Tað eru nakað síðani at veggirnir á fyrstu hædd blivu liðugt stoyptir og nú var klárt at leggja elementini omaná.
Arbeiðið at grava út fyri nýggja frítíðarskúlanum á Brekkukletti byrjaði seinasta summar, og umframt frítíðarskúla, fer nýggi bygningurin eisini at húsa elsta árganginum í barnagarðinum.
Bygningurin, sum verður bygdur norðurfrá verandi frítíðarskúla, er í tveimum hæddum. Ein stova við bólkarúmi verður á hvørjari hædd. Harumframt verður innrættað inngongd/uppgongd, klædnarúm, felagsøki til verandi frítíðarskúla og nýggju stovurnar, starvsfólkarúm og skrivstova.
Bygningurin skal eftir ætlan verða liðugur seinast í hesum árinum og takast í nýtslu fyrst í 2021, skrivar nes.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald