Í januar fór talið av arbeiðsleysum í Føroyum uppum eitt prosent aftur, eftir at tað hevði verið niðanfyri eitt síðani september í fjør.
Í februar fór talið 0,1 prosentstig upp í mun til januar - 1,2 prosent var tað í februrar. Ávirkanin av koronavirusinum á arbeiðsmarknaðinum fer at byrja at síggjast, tá mars verður gjørdur upp.
Í februar vóru 360 skrásett sum fulltíðararbeiðsleys. Tað er talið av teimum, sum eru rakt av arbeiðsloysi, umroknað til fulltíðararbeiðsloysi. Til dømis telja tveir persónar, sum hava verið arbeiðsleysir í ein hálvan mánað hvør, sum ein fulltíðararbeiðsleysur persónur, skrivar Hagstiva Føroyar.
Sambært tølunum hjá ALS fáa 408 fólk arbeiðsloysisstuðul. Tað talið er gjørt upp í dag.
Arbeiðsloysi í Suðuroynni var størst í februar - 3,8 prosent av arbeiðsfjøldini var arbeiðsleys. 1,4 prosent av kvinnum vóru arbeiðsleyasr og 1,1 prosent av monnum.
Í februar í 2019 var 1,3 prosent av arbeiðsfjøldini arbeiðsleys.
Sí meira á heimasíðuni hjá Hagstovuni
Innanlands
Arbeiðisloysið í februar var 1,2 prosent
Hagstovan hevur gjørt arbeiðisloysistølini, fyri mánaðin áðrenn koronatiltøkini vórðu sett í verk, upp
Sambært ALS fáa 408 fólk arbeiðsloysisstuðul nú. Í februar vóru 360 skrásett sum fulltíðararbeiðsleys (Mynd: Sverri Egholm)
2020-04-30 18:03
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald