Innanlands

Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur fingið nýggjan hagtalsportal

Nýggja og meiri umfatandi greiningin fevnir sum nú er, um hagtøl yvir arbeiðsóhapp, men fer seinni eisini at fevna um hagtøl frá til dømis eftirlitsvirksemi. Við nýggju skipanini ber eisini til at gera greiningar út frá fleiri enn 30 ymiskum tættum

2021-08-24 19:53 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur lagt til rættis eina nýggja og meiri umfatandi hagtalsgreining av dátum hjá stovninum. Greiningin fevnir sum nú er um hagtøl yvir arbeiðsóhapp, men fer seinri eisini at fevna um hagtøl frá t.d. eftirlitsvirksemi. 

Gamla skipanin kundi einans greina dáturnar út frá á kyni, skaðaári og vinnugrein. Við nýggju skipanini ber til at gera greiningar út frá fleiri enn 30 ymiskum tættum, sum til dømis: Skaðaár, Kyn, Aldur, Starvsaldur, Vinnugrein, Slag av skaða, Skaðaháttur, Arbeiðsuppgáva, tá ið óhappið hendi, Útbúgvingarstig, Nær í arbeiðstíð óhappið hendi og Tjóðskapur

Eftir tilmæli frá Hagstovuni er vinnugreinabýtið í skipanini sett upp eftir evropeiska NACE leistinum og útbúgvingarflokkingarnar gjørdar eftir ISCED leistinum hjá UNESCO. Ymiskar aðrar flokkingar eru gjørdar eftir sama leisti sum hjá øðrum norðurlendskum arbeiðsumhvørvismyndugleikum, soleiðis at føroysku hagtølini um arbeiðsóhapp nú í nógv størri mun enn áður kunnu samanberast við hagtølini frá norðurlendsku grannalondunum.  

Higartil ber til at gera greiningar yvir arbeiðsóhapp, sum eru fráboðað myndugleikanum í 2019 og 2020. Hagtølini frá árgangunum 2010-2018 verða væntandi tøk seinni í ár.

Fyri at gera hagtølini atkomulig, hevur Arbeiðs- og brunaeftirlitið ment ein hagtalsportal á heimasíðuni hjá stovninum. Á hagtalsportalinum ber til at gera ymiskar greining av arbeiðsskaðahagtølum. Hagtøl av hesum slag eru avgerandi fyri, hvussu Arbeiðs- og brunaeftirlitið skipar virksemið við eftirlitum og øðrum fyribyrgjandi átøkum.

Nýggi hagtalsportalurin sæst her 

Arbeiðs- og brunaeftirlitið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder