Arbeiðsplássini í Føroyum koyra nú eftir øðrvísi umstøðum og við í fleiri førum skerdum virksemi.
Tað eru tó framvegis nógvir føroyingar, ið dagliga eru til arbeiðis á ymsum arbeiðsplássum, og í Arbeiðs- og brunaeftirlitið minnir á at hava serliga gott reinføri á arbeiðisplássunum í hesum døgum - hetta fyri at stríðast ímóti koronavirusinum:
- Vaska tær væl og ofta um hendurnar - jú oftari, tú vaskar tær um hendurnar, jú betur.
- Minst eisini til at spritta og/ella vaska telefon, knappaborð, teldu, skriviborð og aðrar yvirflatur fyri at minka um smittuvandan.
Fyri at gera tað lættari at minnast hesi ráðini, hevur Arbeiðs- og brunaeftirlitið gjørt eina kunningarplakat, ið kann prentast út og heingjast upp á arbeiðsplássum.
Mynd: Arbeiðs- og brunaeftirlitið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald