Arbeiðsumhvørvislógin ásetur, at frávik kunnu gerast frá reglunum um hvílitíð og frísamdøgur, tá viðurskifti eru, ið koma óvart á. Frávikini kunnu gerast í tann mun, tað er avgerandi neyðugt, og ásetingin um hesi frávik verður tikin í nýtslu í sambandi við koronasmittuna COVID-19, sigur Arbeiðs- og brunaeftirlitið.
Hetta merkir, at arbeiðspláss, sum eru undir serligum trýsti orsakað av COVID-19, eitt nú sjúkrahús, døgnstovnar, heimarøkt og tilbúgving, kunnu gera frávik frá reglunum um eina hvílitíð á minst 11 samanhangandi tímar. Tó skal hvílitíðin í minsta lagi vera 8 samanhangandi tímar.
Eisini ber til at víkja frá regluligum um sunnu- og halgidagsarbeiði, um so er, at hetta er avgerandi neyðugt fyri útinnan av arbeiðinum. Frávikið kann eisini vera galdandi fyri t.d. tær fyritøkur, ið skulu útvega matvøruhandlum vøru.
Arbeiðs- og brunaeftirlitið leggur tó dent á, at arbeiðið skal vera útint á ein tryggan hátt, og sum endurgjald fyri mista frítíð av regluligum sunnudagsarbeiði, hava starvsfólk seinni rætt til aðra samfelda frítíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald