Innanlands

Arbeiðsgevarar og arbeiðarafeløg samd

Báðir partar hava í dag sagt ja til semingsuppskotið og hava undirskrivað ein tvey ára sáttmála

2020-06-05 17:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Báðir partar hava í dag sagt ja til semingsuppskotið og hava undirskrivað ein tvey ára sáttmála.

Semingsmaðurin Terje Sigurðsson legði mikukvøldið 3. juni eitt semingsuppskot fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag og arbeiðarafeløgini.

Báðir partar hava í dag sagt ja til semingsuppskotið og hava undirskrivað ein tvey ára sáttmála.

Avtalaðu lønarhækkingarnar eru hesar:

1. august 2020 hækkar lønin 1,25%

1. august 2020 hækkar eftirlønin 1%

1. mai 2021 hækkar lønin 1,25%

Hækkingin í løn og eftirløn kemur ikki í gildi 1. mai sum vanligt, men er útsett til 1. august. Seinkaða lønarhækkingin í 2020, og tað, at ein partur av hækkingini er eftirløn, sum ikki hevur sama kostnað fyri arbeiðsgevaran sum ein lønarhækking, ger, at samlaði karmurin hetta sáttmálaskeiðið er 2,98 prosent.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder