Áðrenn fíggjarkreppuna, sum byrjaði á heysti 2008, var arbeiðsloysið í Føroyum sera lágt. Í juni 2008 var tað 1,1 prosent, og síðani er tað ongantíð komið niður á hetta støðið - fyrrenn nú.
Hagstovan upplýsir í morgun, at arbeiðsloysi í september var 0,9 prosent. Í september í fjør var tað 1,3 prosent.
Bæði hjá kvinnum og monnum er arbeiðsloysi minkað 0,6 prosent seinasta árið. Í september var tað 0,7% hjá monnunum og 1,0% hjá kvinnunum.
Seinast tað var so lágt hjá monnunum var í mai 2008, tá tað var 0,8 prosent. Seinast arbeiðsloysið hjá kvinnum var so lágt var í juni 2008, tá tað var 1,5 prosent.
Talvur um evni kunnu síggjast á heimasíðuni hjá Hagstovuni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald