Arbeiðsloysið í Føroyum bara minkar. Nú Hagstova Føroya hevur kunngjørt tølini fyri arbeiðsloysið í Føroyum fyri apríl sæst, at gongdin vísir bert ein evgin. Í apríl var árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið 2,1%, samanborið við 2,2% allar fimm mánaðirnar frammanundan og 2,3% sama mánað í fjør. Í tali vóru tað 601 fulltíðararbeiðsleysir persónar í apríl í ár, tað eru 39 færri enn sama mánað í fjør. Munurin millum kynini er tann sami, og er nú arbeiðsloysi hjá monnum 1,9% og hjá kvinnum 2,6%. Minsta arbeiðsloysið er í Norðoyggjum, Norðstreymi, Vágum og Sandoyar sýslu við umleið hálvumøðrum prosenti og tað mesta í Suðuroy við stívliga fimm prosentum.
Myndin omanfyri vísir gongdina í arbeiðsloysinum síðstu fjúrtan árini, eins og munin millum talið av skrásettum arbeiðsleysum persónum, persónar umroknaðir til fulltíð, og árstíðarjavnað tal av fulltíðararbeiðsleysum. Aftast í hesi grein er ein lýsing av hesum hugtøkum.
Í talvuni niðanfyri er arbeiðsloysið fyri alt landið, menn og kvinnur, lýst mánað fyri mánað, frá apríl 2017 til apríl 2018, bæði í tali av fulltíðararbeiðsleysum persónum og í % av arbeiðsfjøldini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald