Mentan

Lata Kaffihúsið víðari

Møðgurnar Lis og Beinta gevast við Kaffihúsinum eftir at hava rikið tað síðan 2009.

2026-10-31 18:19 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Vit báðar vilja fegnar veita øllum tykkum, sum hava vitjað her í Kaffihúsinum millum ár og dag, eina hjartans tøkk. Hetta er ein serstakur dagur hjá okkum, tí hetta er seinasti dagur, vit eiga Kaffihúsið.

Soleiðis siga tær báðar møðgurnar Lis Eklund og Beinta Haraldsen í fráboðan í dag.

Kaffihúsið læt fyrstu ferð upp í november 2009.

Kaffihúsið setti sín serstaka dám á økið niðri í Vágsbotni, áðrenn kafé- og restauratiónslívið gjørdist ein sjálvfylgja. Hanus Kamban, rithøvundur, skrivaði, at Kaffihúsið umboðaði somu mjúku virðir, sum Kondittaríið gjørdi í eitt mannaminni. Hanus hugleiddi, at Kaffihúsið er eitt portur til sjálvsmedvit, sjálvsgloymsku, opinleika, samrøðu, diskurs ella einsliga kontemplatión. Rúmlig og vøkur orð, sum hava hingið á vegginum í Kaffihúsinum øll hesi árini.

- Vit takka eisini øllum viðskiftafólki og Fiskimannafelagnum fyri gott samstarv, siga tær báðar.

- Vit eru serliga glaðar fyri nýggju ánararnar, sum nú taka yvir, og ynskja teimum blíðan byr. Vit ivast onga løtu í, at tað fer at gangast teimum væl, siga Lis Eklund og Beinta Haraldsen.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder