Innanlands

Arbeiðsóhapp á Fútakletti

Ein persónur varð fluttur á sjúkrahús eftir eina hending í alibáti - løgreglan kennir ikki støðuna nágreiniliga

Hendingin fór fram á Vágoynni tíðliga týskvøldið (Mynd: jn.fo)

Hendingin fór fram á Vágoynni tíðliga týskvøldið (Mynd: jn.fo)

2025-04-16 08:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøldið um 18.30-tíðina fekk løgreglan fráboðan um eitt arbeiðsóhapp á Fútakletti.

Hetta var tætt við smoltstøðina við Oyragjógv - í einum alibáti.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun kundi ikki siga nágreiniliga, hvat var hent og hví. 

Greitt er tó at ein persónur fekk skaða, og at viðkomandi varð fluttur á Landssjúkrahúsi við sjúkrabili.

Har vóru ongar nýggjar upplýsingar um støðuna í morgun, men slíkt skal kannast nærri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder