Innanlands

Arbeiðspláss eiga at royna at avmarka smittuvandan hjá starvsfólki

Arbeiðs- og brunaeftirlitið minnir á, at lóggávan áleggur arbeiðsgevarum at fremja tiltøk fyri at verja starvsfólkini í sambandi við smittu

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-03-05 21:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú tilburður av coronavirus (covid-19) er staðfestur í Føroyum, umframt í flestu grannalondunum, eiga arbeiðspláss miðvíst at royna at avmarka smittuvandan hjá og millum starvsfólk. 

Tað sigur Arbeiðs- og brunaeftirlitið í kunningarskrivi í kvøld.

Føroyska arbeiðsumhvørvislóggávan hevur ikki ítøkiligar reglur um støður, har ein altjóða smittuvandi kann gerast ein trupulleiki fyri arbeiðsumhvørvi. Lóggávan ásetur tó, at arbeiðsgevarar skulu fremja munadygg tiltøk fyri at verja starvsfólkini, tá arbeiðsgongdin ella viðurskiftini, har arbeiðið verður framt, kunnu hava við sær vanda fyri smittu. Hetta er serliga viðkomandi á arbeiðsplássum, har starvsfólkini eru í samband við nógv fólk. Í sambandi við arbeiðsferðir eigur møguligi smittuvandin at umhugsast. 

Somuleiðis hava starvsfólkini skyldu til at stuðla fyribyrgjandi tiltøkunum, sum arbeiðsgevarin setur í verk - millum annað við at kunna arbeiðsgevaran, um tey eru ella hava verið í samband við fólk í smittuvanda, ella um tey hava ferðast til serliga rakt økir í heiminum.

Fyribyrging av smittu og handfaring av smittuvanda eigur at fara fram í trá við tilráðingar og leiðbeiningar frá heilsumyndugleikunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder