2020-05-29 16:54
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Ein arbeiðsvanlukka á Viðareiði hevur seinnapartin kravt eitt mannalív.
Talan er um ein mann, sum arbeiddi við eini lyft og kom í klemmu millum lyftina og bilin, sum lyftin var á, boðar løgreglan frá í tíðindaskrivi.
Løgreglan og arbeiðseftirlitið eru ikki liðug við kanningarnar enn, og eru tí ikki fleiri viðmerkingar til málið, verður sagt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald