2024-07-31 19:43
Ein arbeiðsvanlukka oman fyri Vestmanna í dag hevur kravt eitt mannalív.
Vakthavandi á løgreglustøðini upplýsir í kvøld, at løgreglan um 11 tíðina fyrrapartin fekk boð um, at ein yngri maður var dottin oman á einum hamari oman fyri Vestmanna í sambandi við eitthvørt arbeiði.
Vørn skrivar, at vanlukkan hendi nærhendis Mýruverkið.
Bjargingartyrlan varð boðsend at koma eftir manninum, men lívið stóð ikki til at bjarga.
Tey avvarðandi hjá manninum eru kunnað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald