Innanlands

Arbeitt verður við at geva ferðavinnuni serliga hjálp

Atlit vórðu bert tikin til festivalarnar í framløguni hjá løgmanni í dag, tá tað snýr seg um koronahjálp til vinnuna

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-04-30 11:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Bárður Nielsen, løgmaður, hevði ongi lyfti til hart sperda vinnulívið – serliga ferðavinnuna – tá hann í dag helt tíðindafund fyri at greiða frá, hvussu Føroyar spakuliga verða latnar meira upp við tað at fleiri fólk kunnu savnast, fleiri næmingar sleppa í skúla og frisørar, tannlæknar, fysioterapeutar og onnur fólk, ið hava tætt samband við teirra kundar kunnu fara til arbeiðis aftur.

Jú festivalfyriskipararnir fingu eitt lyfti um, at funnið verður fram til eina skipan, so teir sleppa við í hjálparpakkarnar, nú onki bendir á, at nakar festivalur verður hildin í summar, í hvussu so er ikki fyri 1. juli.

Men spurdur, kundi løgmaður vátta, at finnast skal ein loysn fyri serliga ferðavinnuna, ið er tann vinnan, ið er harðast rakt.

Starvsfólk, ið eru knýtt av ferðavinnuni, og longu eru send heim, hara einki lyfti fingið enn um hvat hendir, tá endurgjaldsskipanin umvegis Als gongur út 30. juni og onki bendir á, at tilmælini í summar fara at benda á, at útlendsk ferðafólk verða boðin vælkomin til Føroyar fyribils.

- Vit verða noydd at arbeiða við eini loysn, sum kann bøta um umstøðurnar hjá ferðavinnuni, sum jú er rakt um allan heim. Ein møguleiki kundi verið at loyvt ferðafólkum úr ríkinum – sum í roynd og veru hava frítt at ferðast til og úr Føroyum í løtuni – at komið til Føroya, viðgekk løgmaður upp á fyrispurning, men legði afturat, at vit vita jú ikki hvussu smittustøðan er, hvørki í Føroyum ella Danmark tá maj og juni mánaðar eru farnir afturum. 

Roknast kann við, at ferðavinnan, tað eru flutningsfeløg, ferðasmiðir til og úr Føroyum, bussfeløg, gistingarhús, matstovur og serligir handlar verða hart rakt alt hetta árið, og at nøkulunda vanlig viðurskifti í fyrsta lagi kemur í henda partin av vinnuni einaferð komandi ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder