Leygardagin 11. juni 11.30 verður matinéin, sum annars vanliga er í Havnar kirkju, flutt niðan í Hoyvíka kirkju.
Ungi orgulleikarin, Ari Hammer Joensen, fer at spæla verk av millum annað Bach og Cesar Franck. Ari hevur spælt orgul seinastu fýra árini, og gongur á orgulútbúgvingina í Tórhavnar musikkskúla. Hann hevur víst sera gott hegni at spæla orgul. Tað er altíð stuttligt og gevandi at lurta, tá ið Ari situr við orglið.
Hoyvíkar kirkja hevur fyri stuttari tíð síðan fingið nýtt orgul, sum vísir seg at rigga væl bæði til guðstænastur og konsertir. Til hesa matinéina verður høvi at hoyra, hvussu nýggja orglið ljóðar, tá ið nøkur av teim stóru orgulverkunum verða spæld á tað.
Nýggja urgan í Hoyvíkar kirkju
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald