Mentan

Ariana Grande sett nýtt met á Instagram

Tann mest dámda Instagram-myndin við fólkum er brúðarmyndin hjá amerikonsku poppstjørnuni – Fleiri enn 25,7 milliónir hava dámt myndina, síðan hon varð løgd út fyri fáum døgum síðani

Ariana Grande (Savnsmynd)

Ariana Grande (Savnsmynd)

2021-05-29 18:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin 15. mai giftist amerikanska poppstjørnan Ariana Grande við unnustanum Dalton Gomez. Brúdleypið varð hildið í Montecito í Kalifornia í loyndum, og við einari dagføring við myndum frá brúdleypinum hevur Ariana Grande nú sett eitt nýtt met á Instagram.

25,7 mió. fólk hava higartil dámt brúðarmyndirnar, og so nógv hava ongantíð áður dámt eina Instagrammynd við fólkum á, skriva fleiri miðlar.


Neyðugt er at undirstrika, at hetta eru mest dámdu mydnirnar við fólkum á, tí mest dámda myndin á Instagram er framvegis ein mynd av einum eggi, sum varð løgd út á sosiala miðilin í 2019.

Myndin av egginum varð løgd út á vangan @world_record_egg við tí endamáli at gera myndina til mest dámdu myndina á Instagram. Og tað eydnaðist uppá tíggju dagar, og í dag hava yvir 55 mió. dámt myndina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder