
Fríggjadagin 30. juni letur árliga framsýningin hjá felagnum Føroysk Myndlistafólk upp á Listasavni Føroya.
Føroysk Myndlistafólk er eitt felag fyri yrkismyndlistafólk í Føroyum. Endamálið hjá felagnum er at virka til frama fyri áhugamálunum hjá myndlistafólkum og geva myndlistini bestu karmarnar at mennast.
Síðani 1990 hevur ein týðandi liður í hesum arbeiði verið at skipa fyri eini árligariframsýning á Listasavni Føroya. Talan er um framsýningina, sum læt upp um várið og varð nevnd “Várframsýningin”, men nú er hon flutt til summarhálvuna.
Seinastu nógvu árini hava øll havt møguleika fyri at senda verk inn til metingar av eini úvalsnevnd, sum varð sett av felagnum at skipa fyri framsýningini. Í ár hevur felagið valt at bjóða limum felagsins at sýna fram, og øll luttakandi listafólk heingja framsýningina upp í felag, skrivar felagið í tíðindaskrivi.
Ferniseringin verður fríggjadagin 30. juni kl 16-18.
Stjórin á Listasavni Føroya, Karina Lykke Grand, bjóðar vælkomin. Bárður Dal Christiansen, formaður í felagnum Føroysk Myndlistafólk, setir framsýningina. Síðani spælir Knút Háberg Eysturstein nøkur løg, og bjóðað verður til ábit og drekka.
Framsýningin er opin til og við sunnudag 23. juli. Listasavn Føroya er opið allar dagar frá klokkan 11 til 17.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald