Innanlands

Arni Petersen nýggjur formaður fyri verkfrøðingarnar

Føroya Verkfrøðingafelag fer at leggja seg eftir at útbyggja fakliga netverkið

Nevndin í Føroya Verkfrøðingafelag frá vinstru: Arni Petersen, Lovisa P. Glerfoss, Albert Pætursson, Bjarni Petersen, Óluva Vang, Súsanna Berg og Fríðrik Heinesen.

Nevndin í Føroya Verkfrøðingafelag frá vinstru: Arni Petersen, Lovisa P. Glerfoss, Albert Pætursson, Bjarni Petersen, Óluva Vang, Súsanna Berg og Fríðrik Heinesen.

2020-06-05 07:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroya Verkfrøðingafelag hevur havt aðalfund har Arni Petersen og Lovisa Petersen Glerfoss vórðu vald í nevndina, og Óluva Vang var vald sum tiltakslimur. 

Eftir aðalfundin hevur nevndin skipað seg við Arna Petersen sum formanni, Lovisu Petersen Glerfoss sum næstformanni, Fríðriki Heinesen sum skrivara, Bjarna Petersen sum kassameistara, Súsannu Berg sum nevndarlimi og Albert Pætursson og Óluvu Vang sum tiltakslimum. 

Nevndin vil seta fokus á verkfrøðiyrki. Við at skapa eitt fakligt rúm fyri verkfrøðingar við ymiskum fakligum tiltøkum, fáa limir møguleika at luttaka og at byggja góð netverk við aðrar verkfrøðingar í landinum.

Tískil var eisini latið upp fyri á aðalfundinum, at verkfrøðingar, ið arbeiða innan onnur sáttmálaøki og verkfrøðingar, ið arbeiða uttanlands, kunnu hava ein atknýttan limaskap í felagnum, har høvi er at luttaka til sosial og faklig tiltøk í felagnum. Verkfrøðilesandi fáa eisini hendan møguleikan at fáa atknýttan limaskap í felagnum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder