Mentan

Arnold Vegghamar í Gallarí Havnará

Fernisering verður seinnapartin

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-02-23 08:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í dag, 23. februar, letur upp framsýning við málningum hjá Arnoldi Vegghamar í Gallarí Havnará í Havn.

Arnold er av Viðareiði. Hann hevur málað, síðan hann var heilt ungur, og hevur havt nógvar framsýningar bæði úti og heima. Hann verður nú 85 ára gamal, og málningarnir hava ongantíð verið betri umtóktir enn nú.

Listin hjá Arnoldi røkkur eisini út um Føroyar. Og tú finnur eisini listaverkini hjá Arnoldi hjá Frederik krúnprinsi og prinsessu Mary og niðurlendska konsulátinum í Danmark.

Vegghamar fevnir breitt í motivum, og hóast ikonisku fýrakantaðu húsini eru tað, ið flest fólk hugsa um, tá tey hoyra navnið Arnold Vegghamar, so er hann eisini kendur fyri náttúrumyndirnar av Norðoyggjum.

Tá Arnold málar, er tað ikki vanligar nattúralistiskar landslagsmyndir, men heldur surrealistiskar tulkingar, ið lýsa upplivingina og kenslurnar av náttúrini.

Ferinisering verður seinnapartin klokkan 16. Framsýningin er opin hvønn dag millum klokkan 16 og 18 fram til 2. mars.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder