Innanlands

Ársins ambassadørar innan vinnuferðavinnu

Birgit Andersen, Magni Mohr, May-Britt Skoradal og Jens Meinhard Rasmussen heiðrað fyri at fáa altjóða ráðstevnur til Føroyar

(Mynd: Visit Faroe Islands)

(Mynd: Visit Faroe Islands)

2020-02-28 13:04 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Á hátíðarhaldi í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið vórðu heiðrar latnir innan vinnuferðavinnu. Ársins Ambassadørur 2020 gjørdist Birgit Andersen frá felagnum Føroyskir Psykiatriskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Heiðurin Ársins Ambassadørátak 2020 fingu Magni Mohr og May-Britt Skoradal fyri ráðstevnuna Football is Medicine. Eisini lat dómsnevndin ein serligan heiður til Jens Meinhard Rasmussen frá Reiðarafelagnum fyri Handilsskip.

Visit Faroe Islands stovnaði ambassadørnetverkið í mars 2016 og nú eru umleið 120 ambassadørar í netverkinum. Hetta eru fólk, sum sita í altjóða nevndum og feløgum, og sum á beinleiðis ella óbeinleiðis hátt hava møguleikan at fáa fundir og ráðstevnur til Føroyar.

Ambassadørdagurin varð hildin í Skálanum í Norðurlandahúsinum við fyrilestri frá Jane Cunningham, sum hevur egna ráðgevarafyritøku í Stockholm, og sum er partur av BestCities Global Alliance. Hon tosaði um týdningin av, at ráðstevnur, fundir og tiltøk leggja vitan og samstørv eftir seg, soleiðis at tey hava eina jaliga ávirkan á samfelagið.

Um kvøldið varð veitsla hildin í Norðurlandahúsinum, har Ársins Ambassadørur, Ársins Ambassadørátak og serligi heiðurin vórðu latin. Í dómsnevndini vóru Bjørgfríð Ludvig, kommunustjóri í Tórshavnar Kommunu, Barbara Samuelsen, stjóri í Visit Tórshavn og Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands.

Ársins Ambassadørur 2020 - Birgit Andersen
Birgit hevur fyriskipað nógvar ráðstevnur og fundir seinastu árini. Í 2018 skipaði hon fyri evropeisku ráðstevnuni Safe Settings og í 2019 norðurlendsku ráðstevnuni Developing Dialogue.

Birgit er ágrýtin og setur ein stóran heiður í at fáa ráðstevnur til Føroya. Hon hevur havt fleiri afturvendandi ráðstevnur og hevur longu kunnað um komandi ráðstevnur. Birgit er seriøs, professionel og ein sera góður samstarvsfelagi sum ambassadørur. Tað er altíð sera umráðandi at fáa eitt tiltak/ráðstevnu at rigga hundrað prosent, og júst tað er Birgit framúr dugnalig til.

Ársins Ambassadørátak 2020 – Magni Mohr og May-Britt Skoradal
Øll hava hoyrt um Football is Medicine. Við filmstilfari, útvarpssendingum og fløggum í býnum vistu Havnarfólk, at okkurt serligt gekk fyri seg hesar dagar í januar 2020.

Ráðstevnan legði eftir seg ein greiðan boðskap um, at tað er stuttligt at spæla fótbólt, og at tað heilsuliga kann loysa seg, eisini tá tú ert komin upp í árini. Við venjaraskeiðum og møguleika fyri at spæla fótbólt runt í býnum, fingu tey borgararnar at vera ein part av altjóða ráðstevnuni, og er hetta eitt greitt boð um, hvussu ein ráðstevna kann seta síni fótaspor í lokala samfelagnum.

Serligur heiður - Jens Meinhard Rasmussen
Føroyar bjóðaðu stórum ráðstevnubýum sum Hong Kong og Istanbul av, tá Reiðarafelagið fyri Handilsskip bjóðaði altjóða reiðarafelagnum International Chamber of Shipping til Føroya at halda teirra árliga fund.

Felagsskapurin, sum vanliga heldur teirra fund á fimm-stjørnaðum hotellum, hildu hesaferð fundin í fimm-stjørnaðari náttúru, fimm-stjørnaðari frískari luft og við fimm-stjørnaðum føroyskum laksi. Eftirmetingarnar vísa, at hetta eydnaðist framúr, og at luttakararnir vóru betri nøgdir enn nakrantíð.

Tíðindaskriv frá Visit Faroe Islands

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder