Mentan

Ársins útvarps hitt á G!

Bólkurin RSP fer aftur í ár at framføra á G! festivalinum – Hetta er sjeynda og seinasta navnið, sum verður kunngjørt í sambandi við Spæl Føroyskt-vikuna

2023-03-12 11:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Spæl føroyskt-vikan endaði við einum braki av eini framførslu við RSP. Fyri tey, ið upplivdu bólkin á G! Í fjør, vakti hetta minni um eina av lívligastu konsertunum nakrantíð í Syðrugøtu!. Vit eru tí so sera fegin um at kunngera, at RSP aftur í ár fer á pall á G!

Soleiðis skriva fyriskiparar av G! í tíðindaksrivi í morgun.

– RSP hevur livað eitt friðarligt lív í undirgrundini í fleiri ár, men á Sement í fjør, varnaðust fólk veruliga lívliga bólkin, og við fyrsta staklagnum og framførsluni á G! varð bólkurin fólkaogn. Vit ynskja RSP til lukku við heiðrunum og gleða okkum nú uppaftur meira til í summar.

Bólkurin, sum við sanginum "Send mær meira pengar" vann ársins útvarpshitt og gjørdist ársins spíri á FMA leygarkvøldið, er sjeynda og seinasta navnið, sum fyriskiparar av festivalinum kunngera í sambandi við Spæl Føroyskt-vikuna.

Onnur, sum verða at síggja í Syðrugøtu í summar eru Marius Ziska, Byrta, Marius DC, Høgni, Annika Hoydal, 200, Jada, Bríet, Eivør, Brimheim, Lucky Lo, og Irene.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder