
Seinnapartin var samkoma, tá Articon og Landsverk undirskrivaðu sáttmála til verkætlanina Tunlar norður um Fjall.
Sum nakað serligt kann nevnast, at hetta er størsti sáttmáli, sum er undirskrivaður í einum á Landsverki, skrivar stovnurin á heimasíðuni.
Sáttmálin fyri henda partin av verkætlanini er áljóðandi 373.780.332 milliónir krónur, og tá er millum annað el-arbeiði ikki við. Samlaða metingin fyri verkætlanina er í verklagslógini 522 milliónir krónur.
Eftir ætlan skulu tunlarnir norður um Fjall verða lidnir í 2024.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald