Innanlands

Ása Ásmundsdóttir nýggjur deildarleiðari á Norðoya Røktarheimi

Ása er sjúkrarøktarfrøðingur, og hevur fjølbroyttar royndir í sjúkrarøkt, umframt at hon hevur diplomútbúgving í leiðslu og hevur starvast sum leiðari á eldraøkinum í nógv á

Ása hevur nú verið ein mánaða í starvinum (Mynd: klaksvik.fo)

Ása hevur nú verið ein mánaða í starvinum (Mynd: klaksvik.fo)

2021-04-29 19:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

1. apríl tók Ása Ásmundsdóttir við starvinum sum deildarleiðari á Norðoya Røktarheimi.

Um Ásu skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðu sínari, at hon hevur starvast innan eldraøkið í nógv ár og er sjúkrarøktarfrøðingur við fjølbroyttum royndum innan sjúkrarøkt. Umframt hetta hevur nýggi leiðarin  eisini diplomútbúgving í leiðslu og hevur starvast sum leiðari á eldraøkinum í nógv ár.

Áðrenn eldraøkið varð lagt út til kommunurnar at umsita, starvaðist Ása sum økisleiðari í Sandoy og seinni sum leiðari í Eldradeplinum í Almennaverkinum. Seinnu árini hevur Ása starvast sum deildarleiðari í Nánd, sum er eldrasamstarvið í Eysturkommunu. 

Í starvinum skal Ása tryggja, at búfólkini á Norðoya Røktarheimi fáa dygdargóða røkt og umsorgan í heimligum umhvørvi. Harumframt verður Ása Ásmundsdóttir ein týðandi partur av leiðslutoyminum hjá NBH, og kemur hon tískil at hava ein virknan leiklut í menningini av eldraøkinum í Norðoyggjum, til frama fyri bú- og starvsfólk, skrivar klaksvik.fo.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder