Innanlands

Aslaug Gisladóttir afturvald sum nevndarforkvinna í Betri

Vit fegnast um, at tað gongur væl í øllum dótturfeløgum, og at Betri samtakið støðugt er eitt sterkt og gott felag, sigur nevndarforkvinnan

Aslaug Gisladóttir varð fríggjakvøldið vald til nevndarforkvinnu í Betri á triðja sinni (Savnsmynd)

Aslaug Gisladóttir varð fríggjakvøldið vald til nevndarforkvinnu í Betri á triðja sinni (Savnsmynd)

2021-04-11 13:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjakvøldið var ársaðalfundur í Ognarfelag Tryggingartakaranna, sum eigur Betri Samtakið, og tá varð Aslaug Gisladóttir vald sum nevndarforkvinna á triðja sinni, skrivar Betri í tíðindaskrivi.

Gunn Danielsen, Petur Elias Nielsen, og Mortan Simonsen stóðu fyri vali á nevndarfundinum, og vórðu tey øll afturvald. Umframt hesi sita Aslaug Gisladóttir, Ragnar Joensen, og Lars Løkke Rasmussen í nevndini.

Eftir fundin skipaði nevndin seg við Aslaug Gisladóttir sum forkvinnu og Gunn Danielsen sum næstforkvinnu. Tær báðar hava staðið á odda fyri Betri samtakinum síðan 2018.

- Vit fegnast um, at tað gongur væl í øllum dótturfeløgum, og at Betri samtakið støðugt er eitt sterkt og gott felag, sigur Aslaug Gisladóttir.

Forkvinnan fegnast um, at feløgini í Betri samtakinum eru sterk og væl fyri, og at samlaða úrslitið gjørdist 146,3 milliónir krónur, hóast 2020 var eitt avbjóðandi ár.

- Eisini er gleðiligt, at Umboðsráðið, sum umboðar eigarar okkara, stuðlar so væl upp um samtakið og ta leið, vit ynskja at ganga. Tað er helst eisini tekin um, at vit eru á rættari kós, sigur hon.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder