2021-04-13 22:02

Ásmundur úr Hvalvík hevur starvast sum vatnmeistari í Klaksvíkar kommunu seinastu árini, og hevur royndir sum bæði maskinmeistari og elektrikari.
Í starvinum skal Ásmundur m.a. tryggja øllum borgarum í Klaksvíkar kommunu reint vatn, hava eftirlit við sjóhitanum, og hava ábyrgd av at fáa vatnverk kommununnar løggildað. Harumframt hevur nýggi vatnleiðarin ábyrgd av øllum gøtuljósum í kommununi.
Ásmundur avloysir Jóhan við Neyst, sum vegna aldur fer úr starvinum, aftaná at hava starvast í Klaksvíkar kommunu í 20 ár.
Ásmundur úr Hvalvík tekur við starvinum 1. mai 2021.
Klaksvíkar kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald