Frákoyrdi forsetin í Sýria, Bashar al-Assad, sum rýmdi úr Sýria um vikuskiftið, er staddur í russiska høvuðsstaðnum Moskva.
Assad og familja hansara hava fingið friðskjól í Russlandi, upplýsa keldur fyri russisku tíðindastovuni Tass.
Russland hevur verið sameindur hjá Assad, síðan Russland eftir umbøn frá Assad legði seg uppí kríggið í Sýria í 2015, og sunnudagin váttaði russiski diplomaturin Mikhail Uljanov, at Assad og familja hansara eru í Moskva.
– Russland svíkir ikki sínar vinir í torførum støðum. Tað er munurin millum Russland og USA, sigur Uljanov.
Tað var sunnumorgunin, at boðað varð frá, at stjórnin hjá Assad var fallin, og at uppreistrarbólkar høvdu tikið ræði á høvuðsstaðnum Damaskus. Boðað varð tá frá, at Assad varð rýmdur úr landinum á einum flogfari, men ógreitt var, hvar hann var farin.
Les eisini: Endin á Assad-stýrinum: Forsetin í Sýria rýmdur úr landinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald