Innanlands

Astri Luihn í Glyvra kirkju sunnudagin

Fernisering verður 21 apríl klokkan 16, og Dagmar Malena Winter letur framsýninga upp. Kóri Silvitni framførir. Talan verður um bæði nýggj verk og eldri verk

75-ára gamla listakvinnan hevur búð í Føroyum í yvir 50 ár. Tá hon fylti 40 ár tók myndlistin yvir.‍ Eitt av eyðkennunum við listini hjá Astri er tað sansaliga og einfalda, og tónlistin og stórsligna føroyska náttúran er ein varandi íblástrarkelda hjá listakvinnuni.

75-ára gamla listakvinnan hevur búð í Føroyum í yvir 50 ár. Tá hon fylti 40 ár tók myndlistin yvir.‍ Eitt av eyðkennunum við listini hjá Astri er tað sansaliga og einfalda, og tónlistin og stórsligna føroyska náttúran er ein varandi íblástrarkelda hjá listakvinnuni.

2024-04-16 18:33 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sunnudagin 21 apríl verður framsýning í Glyvra kirkju við Astri Luihn - listakvinnuni úr Noreg sum hevur búð í Føroyum meginpartin av sínum lívi.

Fernisering verður klokkan 16, og Dagmar Malena Winter, fyribils settur stjóri í Listasavn Føroya, letur framsýninga upp. Kórið Silvitni framførir.

Talan verður um nýggj verk men eisini onkur eldri verk við, ið vísa á kontinuitet, umframt at fagna, at listakvinnan júst er vorðin 75 ára gomul. 

Astri Luihn er fødd í Oslo í 1949, har hon eisini er uppvaksin. Í 1970unum flutti hon saman við manni sínum til Føroya. Astri er málari og grafikari, og arbeiðir bæði figurativt og abstrakt.

‍Hon hevur lisið tónleik og fólkalívsfrøði, og arbeiddi sum tónleikagranskari á lærda háskúlanum í Tróndheim. Hon gjørdi m.a. upptøkur av føroyskum dansi, og skrivaði stóra ritgerð og greinar um kvæðamentan. Tá hon fylti 40 ár tók myndlistin yvir.
‍Eitt av eyðkennunum við listini hjá Astri er tað sansaliga og einfalda, og tónlistin og stórsligna føroyska náttúran er ein varandi íblástrarkelda hjá listakvinnuni.

Verk eftir Astri eru at síggja í bæði almennum og privatum søvnum í Norðurlondum, Evropa og Japan, umframt at hon hevur sýnt fram í Norðurlondum, Evropa, USA og Japan. Harafturat hevur hon myndprýtt Skúlan á Argjahamri, Tórshavnar Musikkskúla og Skúlan við Streymin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder