Svenska tónleikastroymingartænastan Spotify boðar nú frá nýggjum tiltøkum, sum skulu hjálpa lurtarum at finna kunning um koronu. Tað boðaði Daniel Ek, stjóri frá sunnukvøldið.
Orsøkin er, at amerikanski skemtarin, Joe Rogan, í poddvarpi sínum "The Joe Rogan Experience" verður lagdur undir at koma við følskum upplýsingum um koronu, og hetta hevur fingið fleiri at boykotta tænastuna, serliga eftir at kanadisku sangararnir Neil Young og Joni Mitchell tóku tónleik teirra av tænastuni, tá Spotify ikki vildi strika poddvarpið hjá Joe Rogan.
Nú verður arbeitt við at markera hvønn poddvarppart, sum inniheldur kjak um koronu, so lurtarar verða sendir víðari til eina síðu við kunning og "leinkjur frá álítandi keldum", sigur Daniel Ek. Meira verður kunngjørt ein av komandi døgunum, skrivar Ritzau.
Aðrar tænastur sum eitt nú sosialu miðalrnir Twitter og Facebook hava leingi havt eina skipan, sum sendir brúkarar víðari til síður við kunning um koronu.
Les eisini: Spotify hevur mist milliardir
Joe Rogan sigur á Instagram, at hann fer at arbeiða meira fyri at fáa fólk við ymiskum meiningum við í poddvarpið, umframt at hann ætlar sær at gera sítt besta fyri at kanna evnini áðrenn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald