2022-10-31 17:43
Á middegi í morgin verða atgongumerkini til familjusangleikin “Julius í Likkudali” sett til sølu.
- Áhugin fyri sangleikinum tykist at vera sera stórur. Tað verða einans fimm sýningar, so helst mugu fólk sita klár at keypa, tá atgongumerkjasølan byrjar, sigur Sasho Bjartsson, sum skipar fyri leikinum.
Afturat sær hevur hann nógv góð fólk.
Millum annað kend tónleikanøvn sum Jens Marni Hansen, Signar í Homrum, Beinir Troest Rasmussen og Hjørdis Johansen eru við at skapa nýggjan tónleik, ið eisini verður útgivin eftir sangleikin.
Atongumerkjasølan er á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald