Innanlands

Atlantic Airways noyðist at siga umleið 90 fólkum úr starvi

Hetta hevur flogfelagið júst kunngjørt í tíðindaskrivi. Orsøkin er koronakreppan, og at krepputiltøkini ikki vóru nóg mikið. Uppsagnirnar verða galdandi frá 31. mai

Hetta er ein liður í at tryggja kappingarførið frameftir. Støðan er harmilig, men vit trúgva upp á framtíðina, sum vónandi hevur økt virksemi við sær, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri, millum annað

Hetta er ein liður í at tryggja kappingarførið frameftir. Støðan er harmilig, men vit trúgva upp á framtíðina, sum vónandi hevur økt virksemi við sær, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri, millum annað

2020-05-12 15:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vit høvdu sjálvandi vónað, at krepputiltøkini vóru nóg mikið, tá vit í mars sendu 180 starvsfólk í serskipanina hjá ALS, men so var ikki. Vit noyðast tískil at taka næsta stigið, sum tíverri verður at geva fleiri av okkara góðu og dugnaligu starvsfólkum uppsagnarskriv

Hetta sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, í samband við at flogfelagið nú fer at siga umleið 90 fólkum úr starvi. Hetta er áleið helmingurin av teimum, ið vórðu koyrd í serskipanina.

Atlantic hevur, sum tey allarflestu flogfeløgini kring heimin, verið hart rakt av koronakreppuni. Seinastu tveir mánaðirnar hevur Atlantic Airways bert flogið tríggjar túrar aftur og fram um vikuna - allar til Keypmannahavn.

Umleið 90 fólk verða søgd úr starvi í næstum sum avleiðing av kreppuni. Júst á hvøjrum øki í flogfelagnum hesi starvast, er ikki vist.

Uppsagnirnar verða galdandi frá 31. mai 2020. Nevnd og stjórn fara eisini at endurskoða lønar- og setanarviðurskifti hjá teimum starvsfólkum, sum halda fram í flogfelagnum, boðar Atlantic Airways frá í tíðindaskrivi.

- Hetta er ein liður í at tryggja kappingarførið frameftir, og ein slík endurskoðan verður sjálvandi gjørd saman við øllum viðkomandi pørtum. Støðan er harmilig, men vit trúgva upp á framtíðina, sum vónandi hevur økt virksemi við sær, so at vit líðandi kunnu byggja starvsfólkahópin uppaftur næstu árini. Beint nú noyðast vit at tátta meira í fyri at tryggja búskaparliga grundarlagið frameftir, staðfestir Jóhanna á Bergi.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder