Tjóðarflogfelag føroyinga hevur ein týðandi leiklut at veita einstaklingum, familjum, vinnulívi, heilsuverki og frítíðar- og mentanarlívi fjøltáttaðar ferðamøguleikar, samstundis sum Atlantic Airways hevur stuðlað undir, at ferðavinna er vorðin ein lønandi vinnugrein í føroyska búskapinum
Í 2019 flugu 338.000 ferðandi á rutunetinum hjá Atlantic Airways, ið eru 10 prosent fleiri ferðafólk enn í 2018, og hetta er met. Harav vóru omanfyri 40 prosent útlendsk ferðafólk, ið svarar til umleið 140.000 ferðaseðlar. Atlantic Airways er sostatt høvuðsflutningsveitari av útlendskum gestum til føroyska ferðavinnu. Hetta kom fram á ársaðalfundinum hjá Atlantic Airways í dag.
Hóast stóran ferðafólkavøkstur á farleiðunum til og úr Føroyum, gjørdist 2019 lakari enn árið fyri orsakað av lægri ferðaseðlaprísum, hægri útreiðslum til brennievni, menning av nýggjari flogrutu og lægri leiguvirksemi.
Atlantic Airways hevði 7,8 mió. krónur í avlopi eftir skatt í 2019, ið eru góðar 8 mió. krónur minni enn í 2018, tá ið avlopið eftir skatt var 16,2 mió. krónur. Inntøkur tilsamans øktust úr 547 mió. krónum í 2018 upp í 574 mió. krónur í 2019. Gjaldførið í Atlantic Airways var 142 mió. kr. við árslok 2019, sammett við ársbyrjan, tá ið felagið hevði 148 mió. krónur í tøkum peningi.
Í 2019 varð tyrlan boðsend 72 ferðir í sambandi við leiting & bjarging og innanlendis sjúkraflutning. Í miðal var tyrlan á staðnum eftir 33 minuttir og avlýsti eingi útkøll í fjør.
Orkusparandi flogfør
Atlantic Airways leggur stóran dent á burðardygd. Tí er vistveitingin umløgd til burðardyggan borðbúnað og íløt, ið verða niðurbrotin náttúrliga, og orkusparandi A320neo flogfar komið í flotan. Seinni í ár kemur annað spildurnýggja A320neo flogfarið í flotan. Hesi flogfør, ið taka 174 ferðafólk, hava lægri oljunýtslu og lægri CO2 útlát í mun til onnur Airbus flogfør av somu stødd.
Koronafarsóttin
Alheimsfarsóttin, covid-19, hevur síðani mars í ár havt stóra ávirkan á flúgvingina hjá Atlantic Airways. Í løtuni er einasta farleið rutuflúgving millum Vágar og Keypmannahavn tríggjar ferðir um vikuna, fyribils til síðst í juni, og bert onkrir hendinga leigutúrar verða gjørdir. Vanliga lenda millum 24 og 46 rutuflogfør hjá felagnum í Vágum um vikuna.
Útlitini fyri 2020 eru tískil vánalig, og stór óvissa er um, nær flúgvingin av álvara fer í gongd aftur.
- Tiltøk eru og verða sett í verk fyri at tryggja búskaparliga grundarlagið hjá Atlantic Airways, ið framhaldandi fer at ganga á odda at menna flogsambandið við útheimin og føroyska ferðavinnu, staðfestir Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantic Airways.
Nevndarformaðurin staðfesti eisini, at ein FAS-líknandi skipan fyri føroyska flogvinnu hevði bøtt munandi um kappingarførið framyvir, samstundis sum ferðafólkaflutningur verður javnsettur sjóvegis og loftvegis.
- Vit eru sera takksom fyri øll okkara trúføstu føroysku viðskiftafólk og allar teir útlendingar, ið seinastu árini virkið hava valt Atlantic Airways, tá ið tey skulu ferðast, sigur Niels Mortensen.
Á aðalfundinum í dag vóru Gunn Ellefsen og Esther Dahl valdar í nevndina, meðan Niels Mortensen og Kaj Johannessen vórðu afturvaldir. Niels Mortensen heldur fram sum nevndarformaður og Kaj Johannessen sum næstformaður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald