Innanlands

Atlantsflog fer at økja um túratalið

M.a. verður flogið beinleiðis til Keypmannahavnar hvønn dag frá 15. juni, eisini verður flogið beinleiðis til Billund og Íslands fleiri ferðir um vikuna

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-05-30 11:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á tíðindafundinum hjá landsstýrinum í gjár varð boðað frá, at mørkini til Íslands verða latin upp aftur 15. juni, eins og meira ferð verður sett á ferðsluna í ríkisfelagsskapinum. Eisini verður kravið um sóttarhald slept.

Tað er orsakað av hesum tíðindum, at Atlantsflog hevur tikið avgerð um at økja um talið á flogferðum.

Jóhanna á Bergi, stjóri hjá føroyska flogfelagnum segði við Útvarpið í morgun, at flogfelagið fer at flúgva til Keypmannahavnar hvønn dag frá 15. juni. Eisini verður flogið beinleiðis til Billund tvær ferðir um vikuna, og frá 22. juni verður flogið beinleiðis til Íslands tríggjar ferðir um vikuna.

Tænastan umborð á flogfarinum verður tó framvegis skerd.

Hoyr innslagið her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder