Nú rutuflúgvingin liggur still, er tað eydnast Atlantic Airways at fáa fleiri leigutúrar við útgangsstøði frá franska flogvøllinum.
Hesum boðar flogfelagið frá.
Tað var í 2019 at Atlantsflog fór undir at búgva beinleiðis úr Føroyum til stóra flogvøllin Charles de Gaulle í París, sum nú er snúningsdepil fyri leigutúrarnar.
Fyrsti leigutúrurin var frá Charles de Gaulle til Yangon í Myanmar við eini millumlending í Baku í Aserbadjan. Tað var Elinborg við manning, ið fleyg langa teinin til Myanmar, og tey lendu í dag aftur í franska høvuðsstaðnum.
Virksemið hjá Atlantsflogi er annars skert í hesum tíðum. Síðstu vikuna hevur felagið sagt farvæl við 90 starvsfólk orsakað av koronakreppuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald