2020-11-20 19:03

Rutan úr Keypmannahavn fekk ikki lent, tá flogfarið hjá Atlantsflog kom í Vágar fyrr í kvøld. Sambært veðurmátingunum hjá Vága Floghavn er lágætt í økinum, og tað er ringasta ætt á flogvøllinum.
Flogfarið skuldi lenda klokkan um 18 tíðina, og fleyg eina løtu yvir Føroyum, áðrenn avgerð varð tikin um at seta kósina móti Keypmannahavn aftur.
Ferðafólkini sum vórðu umborð í kvøld, eru umbókað til í morgin klokkan 14:45.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald