Innanlands

Londonflúgvingin fingið góða móttøku

- Vit eru sera væl nøgd, tí sølan av flogferðaseðlum til London er sera góð, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri á Atlantsflogi

Jóhanna á Bergi, stjóri á Atlantsflogi, er væl nøgd við søluna av flogferðum til London. (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jóhanna á Bergi, stjóri á Atlantsflogi, er væl nøgd við søluna av flogferðum til London. (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-07-19 06:57 Author image
Áron Vest
placeholder

Vit høvdu frammi í gjár, at tey á Atlantsflogi meta søluna av flogferðaseðlum til New York vera heldur soltna, men so er ikki við rutunetinum til London.

Atlantsflog hevur til endamáls at knýta Føroyar at umheiminum, og at flúgva fyri Føroyar, sigur ein errin Jóhanna á Bergi. Við sínum 13 ymisku ferðamálum í 2024, væntast umleið 1600 fráferðir at hava verið, tá árið er liðugt, umframt 1600 komur til Føroya. 

Umframt hetta, er alt ad-hoc virksemi, so sum fótbólts- og ítróttarferðir og annað í hesum sambandi.

London er sera væl umtókt
- Sølan av London-túrum í ár gongur sera væl. Vit flúgva í juni, juli og august mánaða, sigur Jóhanna á Bergi við Portalin.

Jóhanna leggur afturat, at ætlanin er eisini at flúgva til London komandi ár, umframt at leingja flúgvingina til London nakað.

Nýggj ferðamál
Atlantsflog leitar altíð eftir nýggjum og spennandi ferðamálum. London, sum er nýtt ferðamál í ár, er sum sagt sera væl umtókt.

- Í heyst er Tenerifa eitt nýtt ferðamál, sigur ein spentur stjóri á Atlantsflogi.

Atlantsflog hevur leingi ynskt at flogið til Amsterdam úr Føroyum, men sambært Jóhonnu á Bergi hevur Atlantsflog ikki fingið pláss til hetta enn. 

- Vit fara at royna aftur til næsta ár, um vit ikki kunnu fáa pláss til beinleiðis flogferðslu úr Føroyum til Amsterdam.

Í 2023 hevði Atlantsflog góð 370.000 ferðafólk og vóna tey at klára 385.000 ferðafólk í 2024, sigur Jóhanna á Bergi at enda.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder