Innanlands

Atlantsflog ikki ætlanir at leggja um til farmaflúgving

- Men vit hjálpa fegin, um okkurt flogfelag er áhuga at flyta góðs úr Føroyum til USA, sigur Jóhanna á Bergi

Seinast Atlantsflog lat byrjaði nýggja rutu var til Paris í fjør (Savnsmynd: Ari av Rana)

Seinast Atlantsflog lat byrjaði nýggja rutu var til Paris í fjør (Savnsmynd: Ari av Rana)

2020-03-26 10:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Við tað, at flogførini hjá okkum í mesta lagi kunnu lasta 7 tons, so umhugsa vit ikki í løtuni at leggja okkara flogfør um.

Soleiðis sigur Jóhanna á Bergi, stjóri á Atlantsflog, nú tíðindi ljóða um, at fleiri flogfeløg eru farin at leggja síni flogfør um til farmaflutnings, serliga til og úr USA.

Les eisini: SAS byggir Airbus A340 til farmaflogfar 

- Vit hava ætlanir at hava ferðafólkaflutning til USA, men vit hava í løguni ikki loyvi at flyta cargo, sigur Jóhanna á Bergi upp á fyrispurning um Atlantsflog hevur líknandi ætlanir. 

Flogfelagsstjórin heldur, at ætlanirnar við farmaflogførunum ljóðar spennandi, og bjóðar eisini til at veita eina hjálpandi hond, um okkurt flogfelag skuldi verið sinnað at koma til Føroyum eftir farmi.

- Um cargo flogfør koma til Føroyar eftir cargo til m.a. USA, hjálpa vit fegin við handling, at fáa vøruna umborð og øðrum praktiskum viðurskiftum. Sambært okkara útrokningum klárar eitt cargo flogfar umleið 24 tons beinleiðis úr Føroyum til t.d. Boston ella New York – vit meta, at tað er torført at fáa meira umborð, orsaka av avmarkaðu longdini á flogvøllinum, sigur Jóhanna á Bergi.

Tá hon nevnir, at flogførini hjá Atlantsflog eru avmarkað til 7 tons av farmi, so er tað í verandi lastarúmum.

Um farmur skal inn í ferðafólkakabinuna, so skal umfatandi umbygging til, eitt nú køling og skipan at surra/stroppa farmin fastan undir flutningi.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder