Innanlands

Atlantsflog-lógin verður ikki skundað ígjøgnum

- Vilja senda eini boð til flogvinnuna um hvat landsstýrið ætlar, sigur Jørgen Niclasen

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-04-03 13:43 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tá tingið kemur saman, væntandi í komandi viku, fyri at leggja fram og helst eisini viðgera lógirnar í øðrum hjálparpakka hjá landsstýrinum, verður lógin, sum skal veita stuðul til Atlantsflog, væntandi eisini løgd fram.

Men henda lógin verður ikki skundað ígjøgnum við undantak frá tingskipanini, sum hinar lógirnar væntandi vera.

Á tíðindafundinum hjá landsstýrinum í dag kom fram, at andstøðan hevur ynski um, at henda lógin skal fáa eina ”ordiliga viðgerð” í tinginum, hóast at andstøðan ikki er ímóti lógini, varð upplýst.

Beinta Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur verið frammi í miðlunum og funnist at, at tingið letur mál skunda ígjøgnum uttan veruliga viðgerð og orðaskifti.

Tað verður, sum skilst, ætlanin við hesi lógini um at skapa eina FAS-líknandi skipan fyri føroysku flogvinnuna – ein skipan, sum skal vera galdandi, eisini tá kreppan og undantaksstøðan, sum úrslit av korona-farsóttini, er av.

- Vit vilja senda eini boð til flogvinnuna um, at hetta er tað vit ætla, so vinnan kann brynja seg til kappingina, tá ferð aftur kemur á flogferðsluna. Og so taka vit ta tíð, sum tað krevur fyri at fáa lóggávuna gjøgnum tingskipanina, segði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður.

Hann greiddi eisini frá, at vónin við skipanini er at møguliga eggja øðrum flogfeløgum til at skráseta teirra felag í Føroyum, heldur enn at leita sær til onnur hentleikalond í hesum sambandi, so sum Írland og Spania.

Jørgen Niclasen heldur ikki, at skipanin til Atlantsflog skeiklar kappingina, sum almenna flogfelagið og nú eisini gistingarhúseigari hevur við aðrar aktørar í føroysku ferðavinnuni.

- Hetta er bara galdandi fyri lønarútreiðslurnar til fólkini, sum eru í flogførunum og harvið taka sær av kjarnurakstrinum hjá Atlantsflogi. Harafturat fáa flogfeløgini við hesi skipanini ikki líka nógv afturborið, sum skipafeløgini fáa, tí har fáa vit ongan skatt inn av hýrunum. Við hesi skipanini fær landskassin eitt sindur, segði Jørgen Niclasen.

Les eisini: Atlantsflog fær serliga hjálparskipan frá landsstýrinum  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder