Innanlands

Átta mál á skrá seinnapartin

Millum tey er eitt uppskot um sjúkradagpening til fólkapensjónistar og eitt uppskot um at geva landsstýrismanninum í mentamálum heimild at víkja frá reglunum um próvtøkur

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

2020-04-04 13:04 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Løgtingið kom saman í morgun klokkan 10, har framløga var á skránni, og seinnapartin í dag verður nýggi hjálparpakkin hjá landsstýrinum avgreiddur.

Tilsamans átta 1. viðgerðir eru á skrá seinnapartin.

Millum teirra er eitt uppskot um at broyta lógina um sjúkradagpening, so fólkapensjónistar, sum hava tilknýti til arbeiðsmarknaðin og verða rakt av COVID-19, fáa rætt til sjúkradagpening. Sambært uppskotinum, skulu arbeiðsgevarar, sum rinda løn til starvsfólk, sum ikki kunnu arbeiða, tí tey eru smittaði við COVID-19 ella sita í sóttarhaldi, eisini fáa lønarútreiðslurnar endurrindaðar.

Eisini er eitt uppskot frá Jenisi av Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum um at geva landsstýrismanninum heimild at víkja frá reglunum um próvtøkur, um hetta gerst neyðugt orsakað av COVID-19. Hetta umfatar bæði fólkaskúlan, gymnasialar miðnámsútbúgvingar og støðisútbúgvingar innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið.

Øll skráin fyri dagsins tingfund, sum eftir ætlan skal byrja klokkan 13, sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder