Innanlands

Átta persónar staðfestir smittaðir í gjár

Seks eru partur av kendari smittuketu, ein fekk staðfest smittuna við komu, meðan tað er ógreitt, hvussu seinasti persónurin er smittaður – Í løtuni eru 120 persónar smittaðir í Føroyum

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-07-17 12:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár vórðu átta nýggir smittutilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Seks eru partur av kendari smittuketu, ein persónur hevur fingið staðfest smittuna við kanningini við komu til Føroya, og framvegis er ógreitt, hvussu ein persónur er smittaður, skrivar corona.fo.

Tilsamans 921 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. Av teimum eru 800 staðfestir frískir aftur. Ein persónur er deyður við koronu í Føroyum.

Í løtuni eru 120 persónar smittaðir við koronu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder