Innanlands

Áttu at hugt nærri eftir ársmetum og próvtøkum

Hetta í mun til nýggja talgilda tøkni og dagføringar. Tað er ein av niðurstøðunum í eftirmetingini av gymnasialu breytaskipanini

Arbeiðið at endurskoða námsætlanirnar fyri lærugreinirnar er í gongd, og hesar mugu dagførast eisini við atliti at tíðarhóskandi próvtøkuháttum, sigur arbeiðsbólkurin millum annað í eftirmetingini (Mynd: Barna- og Útbúgvingarmálaráðið)

Arbeiðið at endurskoða námsætlanirnar fyri lærugreinirnar er í gongd, og hesar mugu dagførast eisini við atliti at tíðarhóskandi próvtøkuháttum, sigur arbeiðsbólkurin millum annað í eftirmetingini (Mynd: Barna- og Útbúgvingarmálaráðið)

2025-04-16 15:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í síðstu viku handaði ein arbeiðsbólkur Djóna Nolsøe Joensen eina eftirmeting av gymnasialu breytaskipanini.

Har fingu landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum og samstarvsfelagir sínir nakað at hugsa um.

Eftirmetingin staðfestir millum annað, at tørvur er á broytingum innan ymisk økir, eitt nú á próvtøkuøkinum.

- Ársmet og próvtøkur áttu at verið eftirhugd í mun til nýggja talgilda tøkni, og meting átti at verið gjørd um møguligar kunngerðarbroytingar, staðfestir bumr.fo.

Arbeiðið at endurskoða námsætlanirnar fyri lærugreinirnar er í gongd, og hesar mugu dagførast eisini við atliti at tíðarhóskandi próvtøkuháttum, sigur arbeiðsbólkurin millum annað í eftirmetingini.

Øll eftirmetingin hjá arbeiðsbólkinum kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder