Uttanlands

Ávara nú eisini um AstraZeneca í Írlandi

Fleiri lond eru fyribils givin við at brúka koppingarevnið hjá AstraZeneca, harímillum Danmark, Noreg og Ísland, tí illgruni er um, at evnið elvir til blóðtøpp

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2021-03-14 19:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tey, sum standa á odda fyri koppsetingarætlanini í Írlandi mæla nú eisini frá at koppseta við koppingarevninum hjá AstraZeneca orsakað av fráboðanum um blóðtøpp hjá fleiri av teimum koppsettu.

Írska koppsetingarnevndin mælir til at mann fyribils steðgar við at brúka koppingarevnið hjá AstraZeneca. Víst verður á, at í minsta lagi trý heilsustarvsfólk eru innløgd við blóðtøpp í Noregi eftir, at tey eru vorðin koppsett við evninum hjá AstraZeneca.

Hesi eru øll undir 50 ára aldur, og sambært norska Legemiddelverket, eru tey øll nýliga vorðin koppsett.

Í Noregi steðgaði mann við at koppseta við AstraZeneca hósdagin, eftir at Danmark fyribils hevði boðað frá einum 14 dagar steðgi. Stutt eftir hetta varð ein líknandi avgerð tikin í Íslandi.

Les eisini: Illgruni um at koppseting elvir til blóðtøpp

Áðrenn hetta vóru tey eisini givin við at brúka koppingarevnið hjá AstraZeneca í Eysturríki, har, myndugleikarnir í løtuni eru í ferð við at kanna eitt andlát. Talan ver um persón, sum varð blivin koppsettur við koppingarevninum hjá AstraZeneca.

Í gjárkvøldið segði AstraZeneca annars, sambært Ritzau, at tey, eftir at hava kannað dátur frá fleiri enn 17 mió. koppsetingum, ikki høvdu sæð nakra ábending um, at samband er millum koppingarevnið og øktan vanda fyri blóðtøpp.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder