Uttanlands

Ávara um møgulig yvirgangsálop í Turkalandi

Bæði danska uttanríkismálaráðið og amerikanska sendistovan í Turkalandi ávara um vandan fyri yvirgangsálopi á støðum, har nógvir útlendingar savnast – Hendan ávaringin kemur í kjalarvørrinum á mótmælunum hjá Rasmus Paludan, har hann hevur brent eina koran frammanfyri turkisku sendistovuni í Keypmannahavn og Stockholm

Mótmælini hjá Paludan hava skapt øsing í fleiri muslimskum londum, m.a. í Pakistan, har hendan myndin varð tikin sunnudagin (Mynd: EPA)

Mótmælini hjá Paludan hava skapt øsing í fleiri muslimskum londum, m.a. í Pakistan, har hendan myndin varð tikin sunnudagin (Mynd: EPA)

2023-01-30 10:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Danska uttanríkismálaráðið ávarar um øktan vanda fyri yvirgangsálopi í Turkalandi.

Vandin sigst at vera serliga stórur í Beyoglu, Galata, Taksim og Istiklaløkinum í Istanbul, sum eru væl umtókt ferðamál, og verður heitt á fólk um at vera serliga varin á støðum, har nógv fólk savnast. Talan kann vera um gistingarhús, sendistovur, matstovur, handilsmiðstøðir og onnur støð við nógvum útlendingum úr Vesturheiminum.

Hendan fráboðanin kemur, eftir at danski sendiharrin í Turkalandi varð innkallaður til fund um "álopið á koranina". Tað er Rasmus Paludan, leiðari í flokkinum Stram Kurs, sum hevur brent koranir frammanfyri turkiskar sendistovur í Stockholm og Keypmannahavn, og hetta hevur skapt øsing í Turkalandi og fleiri øðrum muslimskum londum.

Hetta gjørdist til eitt stórpolitiskt mál, tá Turkaland brúkti mótmælini hjá m.a. Paludan sum grundgeving fyri framhaldandi at vera ímóti at loyva Svøríki uppí Nato.

Tað var á vári í fjør, at Svøríki saman við Finnlandi søkti um Nato-limaskap í kjalarvørrinum á russisku innrásini í Ukraina. Skulu londini gerast limir, krevst undirtøka frá øllum teimum 30 núverandi limalondunum, og enn mangla Turkaland og Ungarn at góðkenna umsóknina hjá Svøríki og Finnlandi. Ungarn hevur tó boðað frá, at hetta verður avgreitt í februar.

Rasmus Paludan sigur, sambært Ritzau, at hann ætlar sær at brenna eina koran um vikuna frammanfyri turkisku sendistovuni í Keypmannahavn, inntil Svøríki er sloppið við í Nato.

Eisini amerikanska sendistovan í Turkalandi ávarar amerikanarar um møgulig álop móti kirkjum, synagogum og sendistovum í Istanbul.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder