Fleiri sløg av sterkum nudlum verða nú afturkallaðar, tí mett verður, at tær kunnu elva til akutta eitran, serliga hjá børnum, sigur Fødevarestyrelsen í Danmark.
Nudlurnar eru eisini seldar í Føroyum, og tí ávarar Heilsufrøðiliga Starvsstovan eisini um tær, og verður mælt til, at fólk lata tær innaftur, haðani tær er keyptar, ella beina tær burtur.
– Um børn hava etið sterkt chili uttan at vísa akutt tekin uppá eitran er eingin grund til stúran. Um børn vísa tekin til akutta eitran beint eftir at hava etið afturkallaðu vørurnar, eru ráðini at seta seg í samband við læknavaktina á tlf: 1870.
Vørurnar, ið verða afturkallaðar:
Samyang Buldak Hot Chicken Ramen 3x Spicy
Nettovekt: 140 g.
Best fyri: Øll dato
Samyang Buldak Hot Chicken Ramen 2x Spicy
Nettovekt: 140 g.
Best fyri: Øll dato
Samyang Hot Chicken Flavor Ramen Stew
Nettovekt: 140 g.
Best fyri: Øll dato
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald