Í gjár bórust tíðindini um, at mann í Danmark ætlar at bjóða øllum borgarum triðja prikið fyri koronu, men hesum ávarar Jens Lundgren, professari í ígerðarsjúkum á Ríkissjúkrahúsinum, ímóti.
Tað gevur góða meining at geva persónum yvir 65 ár og tey, sum arbeiða á heilsu- og eldraøkinum, triðja prikið, men hann ivast í, um tey ungu eisini skulu leggja arm til enn eitt prik, sigur hann.
Professarin sigur við TV2, at hann óttast, at borgarar verða yvirviðgjørdir við ov nógvum koppsetingum.
– Vit skulu finna ein javnvág. Tað gevur meining at geva teimum eldru eina koppseting nú, tí tey eru tey mest sárbæru. Men vit mangla endalig faklig prógv fyri, at tað eisini er skilagott at bjóða teimum yngru árgangunum hetta.
Sum útgangsstøði skal heilivágur ikki nýtast meira enn hægst neyðugt, av tí at allur heilivágur kann geva hjáárin, sigur Jens Lundgren.
Les eisini: Danmark: Øll fáa tilboð um triðja prik
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald