Uttanlands

Ávarar um Kina men vil einki siga um amerikanska njósning

Kann USA lova, at tey ikki fara njósnast móti danska ríkisfelagsskapinum? Amerikanska sendikvinnan hevur ikki nakað ítøkiligt svar.

Amerikanska sendikvinnan, Carla Sands á Christiansborg (Mynd: EPA)

Amerikanska sendikvinnan, Carla Sands á Christiansborg (Mynd: EPA)

2019-12-22 14:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanska sendikvinnan í Danmark, Carla Sands hevur ávarað Føroyar og restina av danska ríkisfelagsskapinum móti at brúka kinesiska Huawei sum 5G-veitara. Orsøkin er, at fyritøkan á tann hátt kan njósnast fyri kinseisku stjórnina, sigur hon. Hesum hevur Huawei tó víst aftur.

Carla Sands heitir í staðin á Føroyar um at brúka eina evropeisku ella amerikonsku fyritøku sum veitara, tí at Huawei, sambært henni, ikki er til at líta á.

Detektor hjá DR hevur í hesum sambandi spurt amerikonsku sendikvinnuna, um hetta merkir, at USA kann lova, at tey ikki fara at njósnast móti danska ríkisfelagsskapinum.

Les eisini: Carla Sands: Hann arbeiðir fyri teir kinesisku kommunistarnar

Til hendan spurningin, tykist hon tó ikki at hava nakað greitt svar.

Carla Sands sigur við Detektor, at hon ikki kennir nøkur dømi um hetta, og er tað heldur ikki neyðugt, tí at USA og Danmark hava so gott samstarv. Tá hon varð spurd, um hon hevði verið kunnað um tað, um USA var í ferð við at njósnast móti danska fólkinum, noktaði hon at svara. 

Carla Sands sigur eisini, at hon ikki kan úttala seg um framtíðina.

- Eg eri sendikvinna hjá USA beint nú, og eg kann ikki siga, hvat fer at henda í framtíðini, tí hana havi eg einki ræði á. Tað er ein órímiligur spurningur.

Les samrøðuna við Carlu Sands her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder