Innanlands

Avbjóðingar við fullum og dementum manni

Svav rúsin av sær í klivanum hóast tað neyvan er tann hjálpin, ið manninum tørvar

2020-06-05 09:32 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Um ellivutíðina í gjárkvøldið ringdi eitt av skeinkistøðunum í Havn til løgregluna fyri at fáa tey at taka sær av einum manni, sum tey ikki vildu vita av á staðnum.

Talan er um ein mann, sum ongastaðni hevur at vera, og sum er heilsuliga rættiliga illa fyri.

Løgreglan royndi at finna rúm fyri manninum á Herberginum, men har hava tey ikki møguleika at taka sær av honum, tí maðurin er so illa fyri, at hann – sum tey siga á læknamáli – ikki er førur fyri at taka sær av sær sjálvum. Neyðherbergið er heldur ikki ein møguleiki, tí teimum manglar játtan, sigur vaktleiðarin hjá løgregluni.

Av tí at støðan hjá manninum í gjárkvøldið var, at hann var meira fullur enn hann er dementur, so kundi løgreglan taka mannin inn, koyra hann til Klaksvíkar at sova rúsin av sær í klivanum, og senda boð eftir fólki, sum kundi vera hjá honum.

- Veðrið í gjárkvøldið var so mikið vánaligt, at vit kundu ikki gera annað, tað var ikki útiverandi í slíkum umstøðum, sigur vaktleikarin, sum upplýsir, at maðurin í morgun varð latin leysur aftur, væl vitandi, at løgreglan helst fær trupulleikar av honum aftur í dag.

Løgreglan roynir nú at finna eina loysn saman við sosialu myndugleikunum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder